Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

15.5.2020 |

Øll sleppa aftur í skúla í komandi viku


Kunning


Mánad.18. mai kl 08.00 møta 1. – 2. fl.. í Miðvági og 3. – 5. fl. á Giljanesi.

 

Týsd. 19. mai kl. 08.00 møta 6. – 9. fl. á Giljanesi.
Týsd. 19. mai kl. 08.00 møtir 10. fl. í Sørvági.

Øll møta í síni floksstovu.

Á Giljanesi skal neyðhurðin i floksstovunum nýtast til inngongd.

 

Roynt verður at fáa ein so vanliga skúladag sum til ber, men fyri at minka um smittuvanda, vera flokkarnir bara undirvístir í síni floksstovu. Tað vil siga, at eingi p-fak verða og heldur ikki alis-evnafrøði. Í ítrótti verða næmingarnir úti, og tí skulu tey verða klødd eftir veðrinum.

 

Nýggjar tímatalvur verða lagdar út mánadagin, og vit fylgja teimum týsdagin 19. mai.

 

Felags morgunsangurin er avlýstur, og næmingarnir skulu út í øllum fríkorterum. Tí mugu øll vera í heitum klæðum.

 

Minnist til - og minnið børn tykkara á - at handreinføri er sera týdningarmikið. Vit skulu vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla, áðrenn vit fara út í fríkorter, áðrenn vit fara inn aftur í tíma og í samband við máltíðir.

 

Serliga skipað vasking og spritting verður framhaldandi í øllum stovum.

 

Næmingar og starvsfólk, ið hava krím ella kenna seg sjúk, skulu ikki møta í skúla.

 

Teir næmingar, ið hava lænt teldu frá skúlanum, skulu lata hana inn aftur á skrivstovuna týsdagin.

 

Tað er sera nógv ferðsla á skúlaøkinum um morgunin, bæði bilar og súkklur. Vága Kommuna er byrjað  at gera spæliplássið á Giljanesi, og tí er vegurin nærri Sandavági stongdur. Vit heita inniliga á foreldur og børn um at vera sera varin.

 

Øll á súkklu SKULU leiða súkkluna í brekkuni niðan á skúlan!


Best er, um foreldur seta børnini av við busssteðgistaðið.

Tá koyrt verður niðan á skúlaøkið er skjótt, at tað blívur trafikkproppur, og tí má gerast skjótt av, tá børnini skulu setast av. Børnini mugu verða klár at fara úr bilinum, tá bilurin steðgar. Bilarnir mugu koyra so langt fram í rundkoyringini, sum til ber.

 

Í komandi viku sleppa øll tey, sum plaga at koyra við bussinum, aftur at koyra uttan at siga frá.

Vit gleða okkum at fáa børnini aftur í skúla.