Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

1.5.2020 |

Kunning til foreldur í 1. - 4. flokki


Komandi vikan


4. flokkur fer aftur í skúla mánadagin 4. mai. Flokkurin fer at halda til í niðaru hædd í nýggja skúlanum á Giljanesi.

 

Skúlin hevur aftur tillagað tímatalvurnar hjá 1. – 5. flokki. 
Tímatalvurnar verða lagdar á floksheimasíðurnar í vikuskiftinum.

 

Tilmælini eru enn, at frástøðan skal yvirhaldast, og tí er hvør flokkur býttur sundur í tríggjar bólkar. Bólkarnir hava hvør sína stovu og reinførið við sápu og spritting skal enn haldast. Sápa, spritt og pappírhandklæði eru í flokstovunum.


Tilmælið frá Undirvísingarstýrinum er, at allir næmingar í 1. - 4. fl. helst skulu møta í skúla. 
Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingum ella avvarðandi, skal skúlin fáa fráboðan frá foreldrunum.

 

Boð frá skúlabussinum:

Orsakað av tilmælinum um frástøðu, er avmarkað pláss í bussinum. Tí sleppa bara tey børn við, sum vanliga koyra við bussinum. Tey, ið ætla sær at koyra við, skulu senda Niels Joensen eini sms boð á tel. 219899. Eisini tey, ið áður hava boðað frá.

 

Boð frá Frítíðarskúlanum:

Foreldur skulu boða frítíðarskúlanum frá, um teirra barn kemur ella ikki komandi vikurnar. Boðini skulu sendast á smilikullan@vaga.fo