26.3.2020 |
Søguupplestur á bókasavninum
Beinleiðis á facebook síðuni hjá skúlanum í dag kl. 12.00
Hey tit!
Nú eingin skúlagongd hevur verið í meira enn eina viku, er bókasavnið sera, sera tómt. Her eru nógvar bøkur, men tað, ið vit allarmest vilja fylla bókasavnið við, eru lesandi næmingum, men tá tit ikki kunnu koma til bókasavnið, ja so má bókasavnið koma til tykkara.
Í dag, hósdagin 26. mars, fer Signy at lesa eina framhaldsøgu fyri tykkum. Hetta verður sent beinleiðis á facebook síðuni hjá skúlanum kl. 12.00.
Bókin eitur "Vafluhjørtu", og snýr seg um skálkabrøgd, hjálpsemi, sorg, longsul og vinarbond. Hon er í 21 pørtum, og tveir ella tríggir partar verða lisnir hvønn dag, teir eru ikki so langir.
Fylgið við á facebook síðuni hjá skúlanum kl. 12.00 í dag :-)
Vh
Bókasavnið