Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

24.3.2020 |

Kunning


Skúlin er stongdur til páska


Góðu foreldur!

 

Í vikuskiftinum varð avgjørt, at skúlarnir hava stongt fram til páska.

 

Hetta hevur við sær, at øll eru heima og royna at fáa sum frægast burturúr. Summi tykkara hava eitt barn í skúla, onnur fleiri. Tískil er sjálvandi ymist, hvussu nógv húskini hava at gera, bæði við skúlatingum, arbeiði og øðrum.

 

Foreldur gera skúlating við børnunum til dagliga, men nú, skúlin er avlýstur, er tað nakað meira enn vanligt. Børnini hava fingið bøkur og annað tilfar við heim at arbeiða við komandi vikurnar. Vónandi gongst væl við at hava heimaskúla. Ætlanin er ikki at tyngja gerandisdagin hjá tykkum óneyðugt, men tað hevur stóran týdning at halda næmingunum til og tryggja, at skúlatingini verða gjørd.

 

Komandi vikurnar fara lærarar framhaldandi at leggja skúlating út á floksheimasíðuna.

Afturat hesum verða nakrar heimasíður nýttar t.d. E-mat (her skal ritast inn) og Snar.fo. Her kunnu tit finna nógv ymist tilfar/spøl til ymisku flokkarnar og lærugreinirnar.

 

Mangla tit tilfar o.a., eru tit vælkomin at ringja ella skriva til flokslæraran ella læraran í lærugreinini.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at skriva ein teldupost til sag@skulin.fo

 

Vit vóna, at tit koma væl ígjøgnum næstu vikurnar.
Vit ynskja tykkum framhaldandi góðan dag.

 

Vinarliga
Annbritt Toftegaard, skúlastjóri