Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

12.3.2020 |

Kunning frá leiðslu skúlans


Eftir tilmæli frá landsstýrinum, er avgjørt, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020.


Í morgin verða starvsfólk til arbeiðis í skúlanum á Giljanesi. Vit mæla tó til, at foreldur hava børnini heima í morgin.

 

Meðan skúlin er stongdur, arbeiða starvsfólk skúlans heimanífrá, tað gera næmingarnir eisini, í tann mun tað letur seg gera.

 

Tí skulu øll fylgja við á flokssíðunum, har koma boð um arbeiðsuppgávur, heimauppgávur og onnur kunning. Vit heita á tykkum foreldur um at hjálpa børnunum við skúlatingum heima, eins og at tit seta eina løtu av hvønn dag til skúlating.

 

Skúlin verður opin í dag til kl. 16.00 og í morgin frá kl. 8.00 til 13.00, um tit mangla bøkur og annað tilfar, ber til at heinta hetta í hesum tíðarskeiði.

 

Tit eru vælkomin at ringja til flokslærararnar um tørvur er á tí.

 

Samstundis vilja vit eisini heita á tykkum um at kunna flokslæraran, um so er, at onkur í tykkara húski gerst sjúkur av Covid-19, so vit fáa fyrihildið okkum til hetta, um tað gerst neyðugt.

 

Kunning komandi tíðina verður umvegis heimasíðu skúlans á sag.fo, facebook-síðu skúlans og flokssíðuni hjá tykkara barni.

 

 

Vinarliga

Annbritt Toftegaard

Skúlastjóri