Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

12.3.2020 |

Várroyndir hjá 9. og 10.flokki verða gjørdar heima


Leiðsla skúlans hevur avgjørt, at várroyndirnar í komandi viku verða gjørdar heima. Vit fylgja tíðarætlanini, sum upprunaliga var.


Leiðsla skúlans hevur avgjørt, at várroyndirnar í komandi viku verða gjørdar heima. Vit fylgja tíðarætlanini, sum upprunaliga var.

 

Næmingarnir í 9.flokki kunnu taka sína egnu skúlateldu heim við, meðan næmingar í 10.flokki kunnu læna eina skúlateldu heim við. Tað ber eisini til at gera royndirnar á egnari teldu heima.

 

Næmingarnir kunnu eisini læna roknihandbók og mállærubók heim við. Innføringspappír til greiðslurokningina fáa tey eisini heim við.

 

Alt hetta kann fáast á skrivstovu skúlans í dag og í morgin til klokkan 12.

 

Vit vilja heita á foreldur um, ikki at hjálpa næmingunum við royndunum. Um ivarmál eru um uppgávuna, kunnu næmingarnir ringa til læraran í lærugreinini. Telefonnummar hjá lærarum er at finna á skúlans heimasíðu.

 

Um trupulleikar eru við at rita inn, ella tøkniligir trupulleikar og ivamál eru, ber til at seta seg í samband við KT-vørðar skúlans. Hesir eru Finnur Joen-Jacobsen (794426) og Tórhallur Simonsen (794427).

 

Allar royndirnar verða gjørdar í wiseflow skipanini. Hesa skipan hava næmingarnir brúkt áður, og skuldu funnið útav tí sjálvir. Teir sleppa í skipanina á www.roynd.skulin.fo

 

Til royndina í greiðslurokning hjá 9.flokki, skal royndin gerast á pappír. Tá ið royndin er liðug taka næmingarnir mynd av uppgávuni, og uploada hesar til wiseflow-royndina. Um tey ikki finna útav hesum, kunnu tey senda hana við telduposti til sag@skulin.fo

 

Tíðarætlan (royndirnar eru stongdar uttanfyri hesar tíðir):

 

10. fl.

Týsdagur 17. mars 

Føroyskt kl. 10.15 - 14.15

 

Hósdagur 19. mars

Enskt kl. 10.15 - 13.15

 

Fríggjadagur 20. mars

Støddfrøði kl. 09.45 - 13.45

 

9. fl.

Týsdagur 17. mars 

Føroyskt kl. 08.15 - 13.45

 

Mikudagur 18. mars

Danskt kl. 08.15 - 13.45

 

Hósdagur 19. mars

Enskt kl. 08.15 - 13.15

 

Fríggjadagur 20. mars

Støddfrøði kl. 08.15 - 13.45

 

Næmingar, ið eru til roynd eftir serligari fyriskipan, fáa eyka tíð sum vanligt.