Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

14.2.2020 |

Ferðafrásøgn


frá Ronju og Beintu í 9. fl., sum vóru á Ungdómstinginum á Christiansborg fyrr í ár


Tíðliga sunnumorgunin tann 26.01-20 fóru vit til Danmarkar í samband við Ungdómsting á Christiansborg. Vit lendu uml. klokkan 11:30 danska tíð og fóru so eftir viðførinum og fóru við toki inn á Hovedbanegården. Haðani gingu vit yvir á vallaraheimið, har vit gistu hesar dagarnar. Restina av degnum høvdu vit frí, og tí valdu vit at fara ein gongutúr yvir til Fisketorvet, har fingu vit okkum okkurt at eta og sjoppaðu eitt sindur. Seinni fóru vit út at eta í Tivoli Food Hall. Har eru ymsar matstovur í einum stórum høli. Aftaná vit høvdu etið, fóru vit í biograf í Palads og hugdu eftir “Bad boys for life”.

 

Næsta dagin var sjálvur Ungdómsting dagurin. Vit fóru upp kl. 5:30 danska tíð og gjørdu okkum klárar til dagin. Morgunmaturin byrjaði kl. 6:30, her sóu vit hinar ungdómstinglimirnar, so tá vit vóru liðug at eta, fylgdust vit við hinum ungdómstinglimunum yvir á Christiansborg.

 

Fyri at sleppa inn á Christiansborg máttu vit ígjøgnum eitt trygdareftirlit, eins og á flogvallum. Í Landstingssalinum fingu vit kunning um dagin og vóru koyrd í bólkar og fingu eina rundferð. Aftaná rundferðina fóru vit í nevndirnar at arbeiða við málunum. Í hesi nevndini skuldu vit saman við hinum orða ein fyrispurning til ein ráðharra. Hesin spurningur skuldi spyrjast á tingfundinum eftir døgurða. Starvsfólk á Christiansborg vóru hjá at hjálpa og vegleiða okkum við hesum.

 

Tá hesin parturin var liðugur, skuldu vit viðgera uppskotini hjá teimum, vit vóru í bólki við. Her var eisini møguleiki at skjóta upp broytingar til uppskotið, ið seinni skuldi leggjast fram fyri Ungdómstingið. Hesin parturin av Ungdómstinginum var sera áhugaverdur og læruríkur fyri okkum. Vit fingu nógv at vita um, hvussu politikkarar arbeiða dagliga.

 

Tá nevndararbeiðið var liðugt, var døgurðastegður í Snapsatinginum, og síðani var tingfundurin settur. Fyrsti parturin av tingfundinum var spyrjitími við ráðharrarnar. Her vóru fleiri viðkomandi og beinraknir spurningar settir. Eisini luttók forsætisráðharrin, Mette Fredriksen á tingfundinum. Síðani skuldu 12 mál leggjast fram og viðgerast. Fólkatingsformaðurin stýrdi fundinum og helt skil á tíðini og røðaralistanum. Orðaskiftið um summi av málunum gjørdist drúgt, og luttóku vit eisini sjálvar frá tingsins røðarapalli við spurningum og viðmerkingum. Tá tingfundurin var lokin, vóru vit øll boðin til móttøku, har vit fingu høvi at hitta politikkarar og tóku mynd við summum teirra. Eisini var ein framførsla á hesi móttøku.

 

Frá Christiansborg fóru vit beint at fáa okkum nátturða, og fall valið á eina matstovu, ið eitur Flammen. Tað var ein serlig uppliving, tí ein kokkur stóð við grillina og skar kjøtið, ið ein vildi hava. Restina av kvøldinum gingu vit kvøldartúr oman á Strøget, og eisini keyptu vit okkum góðgæti.

 

Dagin eftir ótu vit fyrst morgunmat, har vit millum annað royndu smákykt. Løtu seinni útskrivaðu vit okkum úr vallaraheiminum. Vit fóru síðani við tokinum út í Kastrup at goyma viðførið, tí restin av degnum skuldi nýtast í handilsmiðstøðini Fields. Vit fingu nógvar tímar at ganga í øllum handlunum í Fields, og viðførið var tyngri heimaftur, enn tað var niður til Danmarkar.

 

Samanumtikið var túrurin læruríkur, spennandi og viðkomandi.

 

Ronja og Beinta