Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

30.1.2020 |

Holocoastdagur


Fríggjadagin 31. januar


Í morgin, fríggjadagin 31. januar frá kl. 09.00 - 10.30 fara Nám og Amesty International Føroyar, at bjóða næmingum í 7. - 10. flokki fyrilestur um Holocaust og fólkadráp.
Hádeildin úr Sørvágs skúla og Skúlanum við Streymin koma eisini at lurta.

Orsøkin er, at liðin eru 75 ár síðan týningarlegurnar Auschwitz-Birkenau vórðu fríaðar, og í ár er fyrstu ferð at altjóða dagur til minnis um Holocaust var hildin í Føroyum 27. januar.

Innihaldið er fyrst fyrilestur við Rólandi og Elsu í Skorini, sum bæði fara at tosa um Holocaust. Í seinnu hálvu fer Heini í Skorini at tosa um fólkadráp í nýggjari tíð og um mannarættindi.

Vístir verða tríggir nýggir føroyskir stuttfilmar, sum Nám hevur gjørt um Holocaust á temasiðuni á undirvísingarportalinum Snar. Filmarnir verða frumsýndir í sambandi við hetta tiltak.