Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

6.12.2019 |

Lærarastarv í Skúlanum á Giljanesi


Lærarastarv er leyst at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 6. januar til 26. Juni 2020 at rokna:


  • Eitt tíðaravmarkað starv fyri lærara frá 6. januar. Setanarbrot uml. 0,8.

 

Søkt verður eftir lærara, sum:

  • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
  • Dugir at samstarva og er fyrikomandi.
  • Er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
  • Er við til áhaldandi at menna skúlan.
  • Er stundisligur og nærlagdur. Lyklaorðini hjá okkum eru stundvísi, háttvísi og øðrvísi.
  • Tolir broytingar.
  • Hevur læraraútbúgving.

 

Okkum tørvar lærara, ið kann:

  • Undirvísa í ítrótti, náttúru og tøkni, enskum, lívfrøði, kristni og heimkunnleika í miðdeild og hádeild.

 

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsókn:

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo  í seinasta lagi fríggjadagin 20. desembur kl. 12.00.

Umsókn kann eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 307 næmingar ganga í skúlanum, og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.