
10.6.2025 |
Kunning frá frítíðarskúlanum
Smílikullan hevur opið fram til 11. juli
Nú skúlin fer í summarfrítíð, hava vit opið hvønn gerandisdag millum kl. 08:00 og 15:00. Hetta verður fram til 11. juli, tá vit fara í summarfrítíð.
Vit lata upp aftur 11. august. 11. og 12. august hava vit opið millum kl. 08:00 og 15:00.
Mikudagin 13. august er ein serligur dagur. Tá er tað fyrsti skúladagur hjá 1. flokki. Eftir skúlatíð eru øll foreldur og børn hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu og gott prát, har vit bjóða kaffi/the og kaku.
Vinarliga
Frítíðarskúlin