
10.1.2025 |
Okkara næmingar verða at hoyra í "Góðan morgun Føroyar" mánamorgunin 13. januar
Annika Ravnsfjall og Nicolina Aud í Soylu Selfoss úr 8. flokki, fara, saman við Inga Wiberg, í morgunsendingini mánamorgunin kl. 08.05 at tosa um, at tær skulu umboða Føroyar á Ungdómstinginum á Christiansborg síðst í januar.
Uppskotið, ið tær hava við sær á Christiansborg, snýr seg um, at skúlasálarfrøðingur skal verða lógarkrav á øllum skúlum.
Vit gleða okkum at hoyra tey greiða frá.