4.11.2024 |
Mín jólabók 2024
Mín jólabók 2024 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran.
Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Børnini hava fingið ein tekningarseðil heim við. Eisini ber til at fara inn á jólabókin.fo, og bíleggja har.
Um tit vilja hava bókina áðrenn 1. desembur, mugu tit hava goldið fyri hana áðrenn 15. novembur.