19.8.2024 |
Næmingaráðsval fríggjadagin
Fríggjadagin 23. august verður val til næmingaráðið í skúlanum á Giljanesi
Fríggjadagin 23. august verður val til næmingaráðið í skúlanum á Giljanesi. Valt verður eitt umboð og eitt eykaumboð úr 1. - 10. flokki og eitt umboð av Pallinum.
Næmingaráðið arbeiðir við trivnaði á skúlanum, og verður hoyrt í málum sum viðkoma teimum. Eisini kann næmingaráðið senda áheitanir til leiðslu og mynduleikar.
Nývalda næmingaráðið fer á skeið í næmingaráðsarbeiði 24. septembur í Kollafirði. Skeiðið fevnir um styttri framløgur um barnarættindi og amboð til at skipa gott, trygt og meiningsfult næmingaráðsarbeiði. Anne Mette Friis, fyrrverðandi aðalskrivari í UNISEF Danmark undirvísir.
Finnur Joen-Jacobsen er vegleiðari hjá næmingaráðnum. Um spurningar eru, kunnu tit venda tykkum til hansara.