Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

13.7.2022 |

Tíðaravmarka farloyvisstarv sum stuðul í Skúlanum á Giljanesi 2022/2023


Tíðaravmarka farloyvisstarv sum námsfrøðiligur stuðul við setanarbroti 0,7 er leyst at seta frá 1. august 2022 til 31. juli 2023


Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

 

Skúlin tørvar stuðul, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður, dugir væl at samskifta og sær møguleikar.

 

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingin námsfrøðingur søkir verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

 

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa frí eftir døgurða.

 

Lønar-  og setanartreytir:

Stuðulsstarvið er fast ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11 - 23. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 2 - 8.

 

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

 

Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo  í seinasta lagi sunnudagin 31.juli kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426.

 

Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga  á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 280 næmingar ganga í skúlanum og 33 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.