11.6.2021 |
Stuðulsstarv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2021 - 2022
Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í 1. flokki
Starv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk er leyst at seta frá 1. august 2021 at rokna:
Starvið er tíðaravmarkað við setanarbroti 0,60.
Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í 1. flokki.
Skúlanum tørvar stuðul, ið er arbeiðshugaður, samstarvshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd og sær møguleikar.
Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul í skúla. Starvið kann verða skipað sum hjálparfólkastarv.
Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til eftir døgurða.
Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. juni kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið frá hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.
Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 1. og 2. flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági og 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi. Umleið 290 næmingar ganga í skúlanum, og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.