Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

24.5.2021 |

Broyttar mannagongdir frá í morgin


Vegna íkomnu støðuna, gera vit nakrar broytingar í skúlagongdini frá í morgin.


 
Vegna nýliga íkomnu smittustøðuna, gera vit nakrar broytingar í skúlagongdini frá í morgin.
 
Vit fara aftur til árgangseinsemi og fara ikki at vera øll saman í felagshølum.
 
Tað merkir, at ítróttur í høllini er broytt til útiítrótt, tá ið flokkar hava ítrótt.
 
Tað merkir eisini, at vit í fríkorterunum halda okkum til okkara egna árgang. Vit hava fríkorter uttanfyri, og eta matpakar í stovunum.
 
Næmingar á Giljanesi brúka høvuðsinngongdina. Teir skulu fara beinleiðis inn í skúlastovurnar, tá ið tey koma í skúlan.
 
Á Giljanesi verður ikki felags morgunsangur. Flokkarnir hava morgunsang einsæris í flokshølunum.