Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

13.8.2020 |

Til foreldur hjá næmingum í 8. fl.


Boð frá prestunum í Vágum


Góðu foreldur

 

Eftir ætlan skuldu várkonfirmatiónirnar í ár verða 29. mars og 10. mai, men corona smittan hevði við sær, at konfirmatiónirnar vórðu útsettar til at vera 13. og 27. sept.2020. 

 

Men mongum brestir ætlan, tann positiva gongdin at basa smittuni hevur aftur fingið skot fyri bógvin,-  og kortini eru vit, sum nú er, á góðari leið, um vit bara halda okkum til tilmælini um reinføri og frástøðu. 

 

Kirkjuliga leiðslan hevur tí avgjørt at halda fast við dagarnar, ið eru lýstir og ásettir. Í Vága prestagjaldi tann 13. og 27. sept. Samtíðis verður sagt, at "tey stóru holdini verða býtt sundur, so í mesta lagi 10 konfirmantar verða konfirmeraðir undir somu gudstænastu". 

 

 

Inga Poulsen Dam hevur konfirmatiónina 13. sept og Marjun í Kálvalíð 27 sept. Tann fyrra konfirmatiónin verður í Miðvágs kirkju, tann seinna skuldi verða í Sørvágs kirkju, men vegna tað at kirkjan er lítil, hava vit avgjørt at flyta hana til Sandavágs kirkju. Konfirmatiónirnar verða  kl. 10.00, kl. 12.00 og kl. 14.00 í somu kirkju

 

Vit heita í hesum sambandi á tykkum foreldur/konfirmantar um at senda okkum ein teldupost so skjótt sum gjørligt við upplýsingum um: 

 

Hvønn dag tit vilja hava konfirmatiónina

Nær konfirmanturin er føddur

 

Mælt verður til at í mesta lagi 6 fólk - íroknað konfirmantin  - sita í einum bonki.

 

 

Sambært avtalu við Skúlan á Giljanesi og Sørvágs skúla møta konfirmantarnir til konfirmanta fyrireiking soleiðis:

 

Í Miðvágs kirkju tann 25. aug, 1. sept, 8. sept kl. 11,30 - 13.00

 

Í kirkjuhúsinum í Sørvági tann 25. aug, 1. sept, 8. sept kl. 8- 9.30

 

Vit harmast um støðuna, men gott er at til ber at hava ein "plan-b" í skjáttuni. 

 

 

Marjun í Kálvalíð, teldupostur: mik@kirkjan.fo. Tlf 237335

 

Inga Poulsen Dam, teldurpostur: ingaprestur@hotmalil.com. Tlf 237336