Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

18.5.2020 |

Stuðulsstarv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2020 - 2021


Starv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk er leyst at seta frá 1. august 2020 at rokna.


 

Starvið er tíðaravmarkað við setanarbroti 0,47.

 

Stuðulin verður knýttur at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

 

Skúlanum tørvar stuðul, ið er arbeiðshugaður, samstarvshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd og sær møguleikar.

 

Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul innan skúla. Starvið kann verða skipað sum hjálparfólkastarv.

 

Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa frí eftir døgurða.

 

Lønar-  og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn:

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 2. juni kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga  á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 310 næmingar ganga í skúlanum og 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.