Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

7.5.2020 |

Lærarastørv skúlaárið 2020/2021


Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá  1. august 2020 at rokna:

 

  • Fýra føst fulltíðarstørv sum lærari.
  • Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv sum lærari skúlaárið 2020-2021.
  • Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,65) skúlaárið 2020-2021.

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2020.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • Hava læraraútbúgving.
  • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
  • Duga at samstarva og eru fyrikomandi.
  • Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
  • Eru við til áhaldandi at menna skúlan.
  • Eru stundisligir og nærlagdir.
  • Tola broytingar.
  • Hava góðar KT-førleikar.

 

Okkum tørvar lærarar:

  • Sum kunnu undirvísa í: føroyskum, støddfrøði í innskúling og hádeild, alis- og evnafrøði, ítrótti, svimjing og tónleiki.
  • Orðblindalærara og serlærara.
  • Átaka sær flokslæraraleiklut.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 22. maj kl. 12.00.

 

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 307 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.