Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

7.5.2020 |

5. fl. fer í skúla mánadagin 11. maj


Mánadagin fer 5. fl. aftur í skúla.

Flokkurin fer at halda til í ovaru hædd í nýggja Skúlanum á Giljanesi.

 

Skúlin hevur tillagað tímatalvurnar hjá 1. – 5. flokki. 
Tímatalvurnar verða lagdar á floksheimasíðurnar í vikuskiftinum.

 

Tilmælini eru enn, at frástøðan skal yvirhaldast, og tí er hvør flokkur býttur sundur í tríggjar bólkar. Bólkarnir hava hvør sína stovu, og reinførið við sápu og spritting skal enn haldast.
Sápa, spritt og pappírhandklæði eru í flokstovunum.


Tilmælið frá Undirvísingarstýrinum er, at allir næmingar í 1. - 5. fl. helst skulu møta í skúla. 
Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingum ella avvarðandi, skal skúlin fáa fráboðan frá foreldrunum.