Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

13.4.2020 |

Páskafrítíðin er longd eina viku


Byrjað verður aftur 20. apríl


 

Mánadagin 20. apríl verður skúlagongdin tikin upp aftur.

 

1. - 3. fl. kunnu møta í skúla frá 8:00 - 12:00 hvønn dag.
Tey, ið ikki ynskja at senda børnini í skúla, boða sínum flokslærara frá. Hesi fáa ein heimasetning frá skúlanum at gera hvønn dag, so leingi skúlin verður skipaður á henda hátt.

 

4. - 9. fl. fara framhaldandi at hava undirvísing á netinum. 
Luttøkuskylda er galdandi fyri alla netundirvísing.

 

Dagarnar frá 14. til 17. apríl fara leiðsla og lærarar skúlans at skipa, ráðleggja og nágreina undirvísingina eftir nýggju fortreytunum. Tit fáa nærri kunning um tað seinni.

 

Allar próvtøkur eru avlýstar og landsroyndin er flutt til septembur.

 

Hava tit ivamál ella spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðslu ella lærarar skúlans.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur – í skúlanum eins væl og á netinum :)

 

Leiðslan