Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

17.2.2020 |

3. fl. vitjar á Sýnini


Mynd jn.fo


Fríggjadagin vóru næmingar úr 3. flokki og vitjaðu á Sýnini.
Tey gomlu vóru so sera blíð við børnini og fegin um vitjanina.

 

Børnini høvdu eina bók við hvør, sum tey vístu teimum eldru, og skjótt var prátið farið í gongd. Prátað var um bøkurnar, og tey lósu eisini saman.

 

Børnini sungu sálmin “Gakk tú tryggur”, og tey eldru sungu við.

 

So var farið upp á gólv at kvøða “Veturin kom við kulda og kava”,” Burtur av Heiði” og “Seyðamannin av Sondum”.

 

Børn og gomul hugnaðu sær saman við drekkamunni og køkum, meðan ein søga varð lisin upp. Tey eldru lærdu næmingarnar eitt spæl við einum stórum dúki og einum bólti. Eisini vóru næmingarnir runt á Sýnini og vitjaðu tey eldru, ið ikki orkaðu upp úr seingini.

 

Tey eldru vóru sera glað fyri vitjanina og ynsktu, at børnini komu skjótt aftur. Eisini vóru tey samd um, at henda vitjanin hevði givið teimum nógv at tosa um. Ein av teimum eldru segði: “Tað er so gott at hoyra barnalátur”.

 

Eitt barn segði á veg heim aftur: “Eg føli, at eg havi gjørt onkran glaðan í dag”.