29.9.2019 |
Busskoyring vetrarhálvuna
Frá 30.septembur sleppa øll børn í skúla við skúlabussinum.
Frá 30.septembur sleppa øll børn við skúlabussinum.
Bussur koyrir frá gamla skúla í Sandavági klokkan 07:45 og steðgar við miðstaðarøkið. Klokkan 07:48 koyrir hann frá barnagarðinum, steðgar á Giljanesi, og endar leiðina við bygdarskúlan í Miðvági.
Hin bussurin koyrir úr Vatnsoyrum klokkan 07:30 og steðgar við vanligu steðgistøðini í Miðvági. Tá ið hann hevur sett børn av á Giljanesi, koyrir hann til Sandavágs. Klokkan 07:48 koyrir hann úr Sørpum, steðgar á Giljavegi 54 og á Giljanesi. Hann endar leiðina í bygdarskúlanum í Miðvági.
Bert børn í 1., 2., og 3.flokki verða koyrd heim eftir skúlatíð.
Bussførarar eru Niels (219899) og Laurits (219799)