Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

Skúlin á Giljanesi hevur seinastu 2 árini roynt ymiskar hættar í samband við eyka undirvísing.  
Royndirnar hava verið góðar og læruríkar. Út frá hesum royndum hava vit gjørt tillagingar og bjóða hesa undirvísing í Skúlanum á Giljanesi.  
Tað er førleikastovan og leiðsan, ið gera av, hvør kann taka lut og nær undirvísingin fer fram! 

 

Flytandi verkstaðar undirvísing  

Flytandi verkstaðar undirvísing fer fram á tann hátt, at tveir lærarar koma inn til ein árgang tveir tímar um vikuna í 4 vikur. Verkstaðar undirvísing er øðrvísi undirvísing við uppgávum, har næmingarnir sjálvir skulu finna út av tingum og kanna ymist. Lærararnir gera uppgávurnar til verkstaðin. Til hesa undirvísing taka 4 lærarar lut báðar tímarnar til eitt floks stig. Tað er 3.flokkur til og við 6. flokk, sum fáa vitjan av flytandi verkstaðarundirvísingini tvær ferðir árliga. 

 

Førleikabólkur 

Tveir lærarar eru knýttir til bólkin tveir tímar um vikuna og ætlanin er, at 8-10 mæmingar eru í hvørjum bólki. Førleikaflokkurin fær undirvísing á løttum støðið og er fyri næmingar, sum skulu lyftast fakliga. Ein undirvísing, har næmingurin kennir, at ”hetta megni eg”. Her blanda vit næmingar úr ymsum floks stigum, soleiðis at hesir næmingar ikki føla, at tað bara eru teir, sum ikki megna vanligu floksundirvísingina so væl.   

 

Øðrvísi bólkur, úti/rørslu bólkur 

Tríggir lærarar eru knýttir til bólkin tveir tímar um vikuna, og ætlanin er, at 12 næmingar eru í hvørjum bólki. Hvørja 4. viku er nýggjur bólkur. Ætlanin við hesum tilboði er, at vit eru nógv úti, ganga túrar, vitja ymisk virkir og bygdirnar í Vágum og spæla. Næmingarnir læra at undrast á og uppliva ymist, har teir eru, og mennast sosialt. 

 

Lesiskeið

Skúlin hevur tveir serlærarar, ið hava lesiskeið. Lesiskeiðið er fýra tímar hvønn dag bæði í skúlanum í Miðvági og á Giljanesi. Lesiskeiðið er serliga fyri teir næmingar, sum hava trupult við at bróta lesukotuna og fyri næmingar, sum eru lesiveikir. 

 

Rokniskeið 

Skúlin hevur tveir serroknilærarar. Hesir taka sær av at vegleiða lærarum, næmingum og foreldrum, sum ynskja vegleiðing. Rokniskeið er skipa soleiðis, at næmingar sum hava trupult við støddfrøði fáa eitt eykað skump. Undirvísingin er á løttum støðið. Hetta verður skipað í bólkum og bólkarnir skifta regluliga. 

 

Orðblinda undirvísing

Skúlin hevur ein orðblinda lærara, sum undirvísir lesiveikum næmingum.  

Orðblindalærarin kannar allar næmingar í 3.flokki fyri orðblindni. Hendan kanning staðfestir ikki beinleiðis orðblindni, men gevur eina ábending um næmingar eru lesiveikir ella sera lesiveikir. 

 

CD-orð 

Skúlin hevur tveir lærarar, sum undirvísa í at nýta CD-orð forritið. CD-orð er fyri næmingar, sum hava sera trupult við stavseting og mugu hava eitt forrit at hjálpa til við stavsetingini, tá skrivað verður. Allir næmingar skúlans hava møguleika at fáa cd-orð á telduna heima. Skúlin eigur nakrar surfaceteldlar, ið næmingar sleppa at lána. Tey, sum hava sera trupult við stavseting, kunnu tosa stílar inn.

   

Skrivibólkar 

Skúlin hevur tríggjar lærarar , sum hava skrivibólkar. Hetta fyri at menna skrivi førleikan hjá fleiri næmingum. Skrivi bólkar eru fyri næmingar í 7.flokki til og við 10. flokk. Ætlanin við skrivibólkunum er serliga at styrkja tey, sum hava trupult við at skriva, tað veri seg ein stíl, ella eina søgu e.l. 

 

SI-venjingar 

Skúlin hevur ein lærara, ið tekur sær av SI-venjingum við næmingum. Hendan venjing er fyri næmingar við motoriskum avbjóðingum. Hetta er serliga fyri næmingar í 1.flokki upp til 5. flokk. Hetta verður skipað í bólkum og bólkarnir skifta regluliga.