Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:
sag@skulin.fo






























admin    

Næmingar fáa í góðari tíð  skreytblað, har teir skulu velja sær 3 raðfest starvsøki.
 
Hetta lata teir aftur til starvsvenjingarleiðaran.
Hann setir seg í samband við starvsvenjingarstaðið  fyri  at vita, um møguleiki er at fáa pláss.

Roynt verður í mest møguligan mun at fylgja raðfestingini.

Onkuntíð kann tað vera lættari at fáa pláss, um ein kennir onkran á staðnum, ella sjálvur hevur leitað sær venjingarstað frammanundan at skreytblaðið verður latið inn aftur . Í so fall kunnar næmingurin starvsvenjingarleiðaran um, hvønn hann skal samskifta við.

Alt samskiftið annars er umvegis skúlan.

Undan starvsvenjingini setur næmingurin seg í samband við starvsstaðið fyri at vita, hvar, nær og  hvussu hann skal møta.

Eftir lokna starvsvenjing fáa næmingar og starvsvenjingarleiðari   ummæli.
 
--------

Soljóðandi skriv verður sent til starvsplássið frammanundan  :

Skúlin takkar fyri vælvild tykkara at taka ímóti næmingi/um úr 9 /10. flokki í starvsvenjing í tíðarskeiðnum--DD.

Flestu næmingarnir eru spentir og eitt sindur ótryggir, tá teir møta fyrsta morgunin, men ótryggleikin hvørvur, um næmingurin kennir seg vælkomnan og skjótt verður settur til arbeiðis.


Tað hevur stóran týdning, at næmingurin verður kunnaður um:
·         Útbúgvingar- og lønarviðurskifti
·         Hvat arbeiðið ber í sær
·         Hvørji krøv verða sett til arbeiðsfólkið
·         Lærlingaviðurskifti

 
Tykkum til upplýsingar verður sagt frá:
1.      Næmingarnir eru tryggjaðir
2.      Næmingarnir skulu arbeiða fulla arbeiðstíð
3.      Næmingarnir hava ikki rætt til løn (men ikki ber okkum til at forða fyri, at latin
verður onkur samsýning)
4.      Tíðin verður roknað upp í skúlatíðina
 

 

Skúlin er eisini sera takksamur, um tit kunnu útfylla og senda skúlanum hjáløgdu talvu/ur beinanvegin, tá  starvstíðin er úti.