Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    


6.10.2016 |

9.flokkur imponeraði


Tað er neyvan nakrantíð hent fyrr, at ein árgangur hevur fingið so javnt góð úrslit í verkætlanaruppgávunum.


9.flokkur hevur júst verið til próvtøku í verkætlan. Próvtalið fyri próvtøkuna kemur at standa í endaliga próvnum, ið tey fáa komandi ár. 

Flokkurin arbeiddi í bólkum undir yvirskriftini "Hvussu kunnu vit selja Vágar í 5 dagar". Allir bólkarnir valdu at arbeiða við at skapa ymisk tilboð til ferðavinnuna. Til próvtøkuna var eitt umboð fyri Visit Vágar eisini við. Høvuðsvegleiðarar í verkætlanini vóru Jóanis Nielsen og Petur Pólson. Próvdómari var skúlastjórin, Annbritt Toftegaard.

Úrslitini av verkætlanini imponeraðu tey, ið vóru til staðar. Tað var eingin bólkur ið "datt niður ímillum", og allir bólkarnir fingu "topp-karakterir". Hetta er ikki hent við nøkrum verkætlanararbeiði fyrr á skúlanum.

Góða úrslitið kom sjálvandi av, at børnini gjørdu ein øgiliga stóran arbeiðsinnsats. Hesin var javnur og góður alla vikuna.


Atgongd til tilfar