8.1.2019 |
Nýtt fólk í Leiðslu skúlans
Signy Hermansen er sett sum varastjóri í skúlanum á Giljanesi.
Leiðslan í skúlanum á Giljanesi, er í dag víðka til at fata um ein varastjóra afturat. Signy A. Hermansen er nú, umframt Finn Joen-Jacobsen, varastjóri í skúlanum.
Ábyrgdarøkið hjá Signy kemur fyrst og fremst av vera innskúlingin og bygdaskúlin í Miðvági.
Signy hevur áður starvast sum lærari á skúlanum. Hon hevur síðani tá verið fyrstilærari í skúlanum í Kalbak. Signy er útbúgvin lærari og er skjótt liðug við diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.