Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

3.10.2018 |

Lesiringurin farin í gongd


Mánakvøldið hittust næmingarnir í nýggja lesiringinum fyri fyrstu ferð


Bókavørðurin, Oddmar Ravnsfjall, hevði sett okkurt gott fram, tá ið 8 næmingar møttu fyrstu ferð til lesiring á bókasavninum.

 

Næmingur í 10.flokki kom við hugskotinum um at hava lesiring, og hetta fór bókavørðurin beinavegin í gongd við at fyriskipa.

 

Lesiringurin er fyri allar næmingar í 6.-10.flokki. Um onkur afturat er áhugaður í at vera við, kunnu tey seta seg í samband við Oddmar Ravnsfjall. 

 

Ætlanin er, at næmingarnir hvønn mánað lesa somu bók. Síðani hittast tey heima, ella á skúlanum, at práta um bókina. 

 

Hóast at fleiri høvdu lisið hana áður, avtalaðu næmingarnir, at fyrsta bókin skuldi vera Harry Potter 1. 

 

Tá næmingarnir møtast aftur síðst í oktobur, verður ein nýggj bók vald. 

 

Vit vóna, at foreldur royna at skumpa undir, at teirra barn kemur við til lesiringin.