Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

27.9.2018 |

Strok og Píkasjey


Aftur í ár hava øll møguleika at tekna hald til barnabløðini Strok og Píkasjey


Píkasjey er blaðið hjá teimum, ið ganga í skúlabólki, forskúla og yngstu skúlabørnunum. Í blaðnum kunnu vit lesa um ymisk djór og nógv annað spennandi og stuttligt. Prát er eisini við børn um ymiskt, sum tey gera. Og so eru søgur, ítriv og nógvar uppgávur at hugna sær við. 

 

Í strok kanst tú lesa alt frá vinarlagi og kærleika til ítrótt, tíðindi, søgur, kelidjór, plantur, mat, ítriv og skemtisøgur. Her er pláss fyri øllum, stórum sum smáum: Hvussu verður olja gjørd? Nær verður man forelskaður? Hví geispa vit? Hugskotini eru nógv, og eisini frá lesarum. 

 

Í fleiri enn 60 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum - og soleiðis verður eisini í framtíðini. 

 

Bæði bløðini koma út 6 ferðir um árið, og kostar haldið 250 kr. fyri hvørt blað. Børnini, ið halda blaðið, fáa tað í skúlanum. 

 

Her kanst tú tekna teg sum haldara til bløðini