Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

17.11.2017 |

Næmingar heinta grót


Mánadagin 20.11-2017 fara 5. flokkur - 6. flokkur og 7. flokkur at vera við at fylla grót í standmyndina av Nykinum.


Mánadagin 20.11-2017 fara 5. flokkur - 6. flokkur og 7. flokkur at vera við at fylla grót í standmyndina av Nykinum, sum kemur at standa niðri við Vatn millum Flúgvarabedingina og Vatnsoyrar.

 

Ætlanin er at fylla standmyndina við neva-gróti, sum næmingar í Sørvágsskúla og Skúlanum á Giljanesi taka runt Vatnið. Tankin er, at tey ungu í Vágum fáa eina eigara kenslu við standmyndini og hetta vóru vit við til at gera.

 

Bussur koyrir næmingarnar út á flúgvarabedingina kl. 8.30 og tá arbeiðið er við at verða liðugt fara allir næmingar oman til Sørvágsskúla at fáa bollar og heitt kakao. Tey hava frí aftaná.

Tað er av alstórum týdningi at næmingarnir eru væl klæddir henda dagin, í gummistylvar og kavadrakt ella okkurt, sum er heitt og fjálgt. Sjálvt um veðrið er gott so kann verða sera kalt.