17.10.2017 |
Starvsvenjing
Á hvørjum ári fáa næmingar úr 9. og 10. fl. 14 dagar at royna seg í starvsvenjing. Vanliga fer annar flokkurin út um heystið og hin eftir ársskiftið.
Næmingar fáa í góðari tíð skreytblað, har teir skulu velja sær 3 raðfest starvsøki.
Hetta lata teir aftur til starvsvenjingarleiðaran.
Hann setir seg í samband við starvsvenjingarstaðið fyri at vita, um møguleiki er at fáa pláss.
Roynt verður í mest møguligan mun at fylgja raðfestingini.
Onkuntíð kann tað vera lættari at fáa pláss, um ein kennir onkran á staðnum, ella sjálvur hevur leitað sær venjingarstað frammanundan, at skreytblaðið verður latið inn aftur . Í so fall kunnar næmingurin starvsvenjingarleiðaran um, hvønn hann skal samskifta við.
Alt samskiftið annars er umvegis skúlan.
Undan starvsvenjingini setir næmingurin seg í samband við starvsstaðið fyri at vita, hvar, nær og hvussu hann skal møta.
Eftir lokna starvsvenjing fáa næmingar og starvsvenjingarleiðari ummæli.
--------
Soljóðandi skriv verður sent til starvsplássið frammanundan:
Skúlin takkar fyri vælvild tykkara at taka ímóti næmingi/um úr 9. /10. flokki í starvsvenjing í tíðarskeiðnum-DD.
Flestu næmingarnir eru spentir og eitt sindur ótryggir, tá teir møta fyrsta morgunin, men ótryggleikin hvørvur, um næmingurin kennir seg vælkomnan og skjótt verður settur til arbeiðis.
Tað hevur stóran týdning, at næmingurin verður kunnaður um:
· Útbúgvingar- og lønarviðurskifti
· Hvat arbeiðið ber í sær
· Hvørji krøv verða sett til arbeiðsfólkið
· Lærlingaviðurskifti
Tykkum til upplýsingar verður sagt frá:
1. Næmingarnir eru tryggjaðir
2. Næmingarnir skulu arbeiða fulla arbeiðstíð
3. Næmingarnir hava ikki rætt til løn (men ikki ber okkum til at forða fyri, at latin verður onkur samsýning)
4. Tíðin verður roknað upp í skúlatíðina
Skúlin er eisini sera takksamur, um tit kunnu útfylla og senda skúlanum hjáløgdu talvu/ur beinanvegin, tá starvstíðin er úti.