Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

27.6.2017 |

Stuðulsstarv í felags serstovuni í Skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla skúlaárið 2017-2018


Starv sum námsfrøðingur er leyst at seta frá 1. august 2017 at rokna:
 
Eitt starv við setanarbroti 0,6 til skúlaárið 2017-18 til eina felags serstovu til næmingar við serligum tørvi. 
 
Skúlunum tørvar ein stuðul, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður og sær møguleikar.
Tann, ið settur verður í stuðulsstarvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving og royndir í serstovu.
 
Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.
Lønar-  og setanartreytir:
 
Námsfrøðingastarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og er tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
 
Umsóknir: 
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo ella johannis.joensen@skulin.fo í seinasta lagi mikudagin 12 juli kl. 12.00.
 
Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:
Skúlin á Giljanesi
á Giljanesi 2
360 Sandavágur
 
Nærri fæst at vita um størvini hjá Jóhannis Joensen á tlf. 233221 ella hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425