Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

9.6.2017 |

Stuðulsstørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2017-2018


Hesi størv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk eru leys at seta frá 1. august 2017 at rokna:


Fýra størv sum stuðlar. Eitt starv við setanarbroti á 0.5 og trý størv við setanarbroti á 0,6 skúlaárið 2017-18 til næmingar við serligum tørvi. Stuðlarnir verða knýttir at næmingum í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.

Lønar-  og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2017/2018. Námsfrøðingarnir eru løntir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráði og Føroya Pedagogfelag. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 og til næmingarnir fáa fríð eftir døgurða.

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo  í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni kl. 18.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3.-10.flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2.flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Um 320 næmingar ganga í skúlanum, og 37 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur:   Stundvísi, háttvísi og øðrvísi.

Stundvísi merkir, at gera  tingini til tíðina. Viðra tann partin ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.

Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir ella nóg drúgvir.

Øðrvísi merkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at seta spurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vanin veit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda vaksa vit ikki.