Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

17.5.2017 |

Tiltøk í samband við umhvørvisvikuna


Í samband við umhvørvisvikuna 15. - 20. mai hevur Vága kommuna tikið avgerð um at vera við í eini norðurlendskari verkætlan, ið eitur “Nordic costal clean-up”
 
Tað er Ringrás v. Ingmar á Løgmansbø og fleiri, ið skipa fyri hesi verkætlan í Føroyum.
 
Hósdagin kemur Ingmar at vitja skúlan og hevur framløgu fyri næmingum í skúlanum á Giljanesi kl.10.00-11.00. 
Hann hevur framløgu fyri næmingunum í Miðvági kl.11.50-12.35
 
Fríggjadagin verður skúlin við til ein ruddingardag í kommununi.
 
Fríggjadagin 19. maj byrja vit á Giljanesi og í Miðvági kl.8.00 við morgunsangi. 
Námsfrøðiliga ráðgevingin kemur og greiðir frá, hvar og hvat vit gera. 
Vit fara til gongu av Giljanesi til Miðvágs og Sandavágs kl. 8.30 og vit byrja ruddingardagin kl.9.00-11.00. 
Aftaná ganga øll inni á Giljanesi og fáa sunkist og okkurt gott :)
 
Ruddingarøkið:
Á sandinum og niðan gjøgnum áir í Sandavági: Børn úr Sóljugarði, 3., 4., 5. og 8. flokkur. 
 
Á sandinum og niðan gjøgnum áir í Miðvági: Børn í Miðgarði, 1., 2., 6. og 7. flokkur. 
 
9. flokkur og 10. flokkur eru til próvtøku og kunnu ikki luttaka.