Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

24.4.2017 |

SSP tiltak á skúlanum á Giljanesi


Tiltakið snýr seg, um hvussu vit øll í felag kunnu styrkja felagsskapin millum tey ungu, foreldur, grannar, ítróttarfeløg og samkomur vm í Vágum.


Sørvágs- og Vága kommuna skipa, saman við SSP, fyri einum almennum tiltakið hósdagin tann 27. apríl klokkan 19.00 til 20.30 í skúlanum á Giljanesi.

 

 

Evnið hetta kvøldið verður, hvussu vit í øll í felag kunnu styrkja felagsskapin millum tey ungu, foreldur, grannar, ítróttarfeløg og samkomur vm.
Skráin sær soleiðis út:
Eyðdis Hartmann Niclassen, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin.
 
Árni Einarsson greiður frá, hvussu tey arbeiða í Íslandi. Árni er útbúgvin kandidatur innan útbúgving og pedagogik á hægri lærustovni í Íslandi.

Hann hevur nógvar royndir innan foreldrasamstarv/skúlar og fyribyrging innan alkohol og rúsevni millum tey ungu í Íslandi.
“Marujoto” spæla 2 løg. (Tónleikarar frá musikskúlanum)
Ragnar í Haraldstovu, SSP umboð og politistur, greiður frá arbeiðinum her vesturi.
Jan Johannesen, narkopolitiið, greiðir frá arbeiðinum kring landið.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, tekur saman um og endar tiltakið.  

Aftaná verður møguleiki at fáa sær kaffi/the/ køkur og tosa við luttakararnar. Møguleiki verður eisini fyri at tosa við SSP umboðini í Vágum.