Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

26.3.2017 |

Lesiátak


27 mars til 7. apríl verður lesiátak fyri allar flokkar í skúlanum á Giljanesi


Í  2016 høvdu vit á skúlanum eitt lesiátak, sum hepnaðist so væl, at vit halda at tað er vert at endurtaka.
 
Vit ætla tí aftur at skipa fyri einum lesiátaki frá mánadegi 27 mars til og við fríggjadagin 7. apríl.

Vit skipa tað á tann hátt, at vit byrja við morgunsangi hvønn morgun í hesum tíðarbili kl 8.00

Aftaná fara næmingar og lærarar inn í skúlastovurnar, finna lesnaðin fram, og seta seg púra kúrrir at lesa til kl 8.40

Hetta verður gjørt í øllum lærugreinum, hvørt tað eitur søga, enskt, alisfrøði ella ítróttur.

Flokslærarain  átekur sær, í samráð við føroyskt/ dansktlæraran,  bókavør og lestrarumboð, at hava hóskandi  tilfar tøkt.