13.2.2017 |
Skúlastýrið sum bindilið millum skúla og heim
Her er ein heilsan frá foreldraumboðum í nýggja skúlastýrinum
Góðu foreldur.
Vit vilja hervið takka fyri álitið okkum er sett, sum foreldraumboð í skúlastýrinum komandi fýra árini.
Vit vilja hervið takka fyri álitið okkum er sett, sum foreldraumboð í skúlastýrinum komandi fýra árini.
Saman við limum í skúlastýrum kring alt landið, hava vit verið til ein evnisdag sum felagið Heim & Skúli og mentamálaráðið skipaðu fyri. Í hesum sambandi fingu vit innlit í, hvat skúlastýrisarbeiðið í høvuðsheitum snýr seg um. Vit kenna okkum væl ílatin til hesa týðandi uppgávu.
Virksemið í fólkaskúlanum er grundað á samstarv millum skúla og heim, og er hetta ásett í endamálsgrein fólkskúlans, ”uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja…,” og er hetta samstarv galdandi fyri alt virksemi skúlans bæði við atliti at fakligari og sosialari menning og trivnaði barnsins.
Skúlastýrið hevur tí ein stóran leiklut í hesum arbeiði, at áseta meginreglur, at vera bindilið millum foreldur og skúla og samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans, at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans. Harumframt at samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu- og hølisligu umstøðurnar í skúlanum (Mentamálaráðið, 2016).
At enda vilja vit, sum tykkara umboð, eggja tykkum til, at taka virknan lut í skúlanum hjá barni/børnum tykkara, og síggja vit fram til at hoyra frá tykkum.
Vinarliga
Linda Krossá Joensen, forkvinna foreldraumboð
Jóhan Stenberg, foreldraumboð
Ása Trúgvadóttir Djurhuus, foreldraumboð