Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

20.3.2017 |

Foreldrafundur fyri 1.flokkarnar


Foreldrafundur fyri foreldur 1.flokkunum er nú mikukvøldið 22.mars klokkan 19:00. Vinarliga boða flokslærarinum frá, um tit verða til staðar.


Mikudagin 22.mars kl.19:00 verður felags foreldrafundur fyri foreldur í 1.flokki í Bygdaskúlanum í Miðvági

Hetta er foreldrafundurin, har barnið og foreldrini eru í miðdeplinum. Tað er sera umráðandi at so nógv foreldur sum gjørligt møta til henda fundin. 

SSP skipari fyri, og kemur Óli Rubeksen at hava eitt upplegg. Fyrr um dagin í skúlanum hittir Óli næmingarnar, og hevur prát og orðaskifti við teir. 

Fundurin er um, at skipa góð sambond millum foreldur í flokkinum, og skapa eitt foreldranetverk.

Foreldranetverk er, tá ið foreldur í einum flokki hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur og hugskot fyri trivnaðin og sosiala lívið í flokkinum. 

Miðvíst arbeið við trivnaðinum og vælferðini hjá næmingunum fremur umhvørvið fyri læring og menning av lívsføreleikum. 

Heitt verður á foreldur um at siga flokslærarinum frá hvør umboðar barnið á fundinum.