Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

15.12.2016 |

Jólahald í skúlanum á Giljanesi


Mánadagin og Týsdagin í komandi viku, enda vit fyrru hálvu av skúlaárinum við okkara vanliga jólahaldi. Haldið byrjar longu í dag við at 3.flokkur framførir sjónleik fyri foreldrum.


Klokkan 17 seinnapartin í dag framførir 3.flokkur sjónleikin "Tað minsta jólatræðið". Foreldur og avvarðandi eru vælkomin til sýningina, sum verður í Bygdaskúlanum í Miðvági.

Børnini møta klokkan 16:00

Mánadagin verður jólahald inni á Giljanesi.
1.-3. flokkur eru í skúla frá 8:30-10:30 (Tey, sum framføra, møta klokkan 08:00)
4.-10. flokkur eru í skúla frá 10:30-12:30
Almenn sýning verður klokkan 19:00

Týsdagin verður kirkjugongd í Miðvágs kirkju klokkan 10:00. Tá fáa næmingar í 6.-10. flokki karakterblað.