Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:
sag@skulin.fo






























admin    

5.12.2016 |

Tryggari skúlavegur


Kommununi tørvar hjálp frá foreldrum og næmingum, í arbeiðinum við at gera skúlavegin tryggari.


Vága kommuna kannar í løtuni ferðslutrygdina og tryggleikan á skúlavegum í kommununi.  Í kanningini verða allir næmingar í 4. -10. flokki bidnir um at svara nøkrum spurningum, meðan foreldur at børnum í 1. – 3. flokk verða biðin um, at svara saman við sínum barni.

Kanningin er ein røð av spurningum og møguleiki er at vísa á ótrygg støð á einum korti. Tú finnur kanningina á: www.viatrafik.dk/vaga
Endamálið við kanningini er, at fáa meiri at vita um ferðslutrygdina í kommununi, so vit hava møguleika at betra umstøðurnar hjá næmingunum. Vit vóna tí, at tú vilt svara, tí tað er av stórum týdningi fyri framhaldandi arbeiðið við ferðslutrygdini í kommununi.

Kanningin byrjar mánadagin 5. desember og endar sunnudagin 18. desember 2016.

Spurningar um kanningina kunnu setast Lovisu Petersen Glerfoss, tekniskur leiðari, á tlf. 794405 ella við t-posti á lovisa@vaga.fo