Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:
sag@skulin.fo






























admin    

25.11.2016 |

Broyting í busskoyringini úr Sandavági


Í sambandi við at arbeiðið at gera rundkoyring í Sandavági er byrjað, er broyting í busskoyringini


Arbeiðið at gera rundkoyring í Sandavági er byrjað


Í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja rundkoyring í Sandavági er neyðugt at víðka um verandi arbeiðsøkið frá komandi mánadegi 28. november 2016 at rokna, og so leingi arbeitt verður.

Í hesum tíðarskeiði verða ferðsluviðurskiftini broytt soleiðis, at høvuðsíbindingin til eystaru síðu av Sandavági verður stongd fyri allari ferðslu. Á kortinum omanfyri sæst, at tað er Hammershaimbsvegurin (við kommunuskrivstovuna), ið verður stongdur, og hvar ferðslan kann koyra ístaðin. Á vegateininum frá Steigabrekku 22 til Sarpaveg 1 verður ferðslan stýrd við ljósregulering í dagtímunum. Parkeringsforboð verður við ljósreguleringina.

Fyri at minka um ferðsluna, meðan arbeitt verður, verður eyka skúlabussur settur inn, soleiðis at allir skúlanæmingar kunnu taka bussin í skúla á morgni.

Um veðrið er til vildar, fer hetta arbeiðið at taka umleið tvær til tríggjar vikur at gera.  

Eyka bussur er settur inn á morgni og øll børn úr Sandavági sleppa við bussinum

Bussur 2:         07.45 frá Gamla skúla
Bussur 2:         07.47 frá Miðstaðarøkinum
Bussur 1:         07.47 frá Barnagarðinum (hetta er um 3 minuttir fyrr enn nú) #
Bussur 1 & 2:   07.50 úr Sørpum ( hetta er 2 min seinni enn nú) #

 #Tíðirnar broytast sjálvandi, tá bíðast skal eftir grønum ljósi #